Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hugtakandi er tað um várarnar at síggja náttúruna vakna. Eygleiða lívið í sínum margfaldi og ymiska skapi. Eygleiða og sjálvur vakna til lívs.

Í yngri árum tóktist tað løgið, at menn vetrardagar vóru úti á bønum og gjørdu lendi klárt til eina eplaveltu. Tað kendist møtimikið at skapa fortreytir fyri vøkstri í kørgum lendi. Tað er eitt undur, at eplið undir flagi ella í reimaveltu føðir lív og gevur ávøkstur.

Sum barnið mentist, hvar undranin. Undranin gjørdist vitan, ið varð staðfest ár eftir ár. Afturvendandi staðfestingin fjaldi tann undursama loyndardómin, ið lív og vøkstur eru. Tað var vituligt, at settu vit epli niður um várið, ja so vórðu frísk epli at taka upp um heystið.

Eplavelting er betri kend í tí heimliga enn kornskurður. Tó, vit fata væl líknilsið hjá Jesusi um sáðið, sum sprettur og veksur høgt, tí av sær sjálvari ber jørðin grøði. Felags fyri allan vøkstur er, at upphavið til lívið liggur uttan fyri menniskjuna og hennara møguleikar. Fortreytirnar kunnu vit skapa, ikki lívið.

Líknilsið um sáðið, ið grør, tí av sær sjálvari ber jørðin grøði, staðfestir, at lívið er eitt undur. Vit kunnu granska, meta og rokna. Men, sjálvt lívið kunnu vit bara eygleiða. Vit kunnu ikki skapa lívið, einans skapa lívinum góðar fortreytir. Lívið er áðrenn og størri enn menniskjan.

Bóndin í líknilsinum skapti fortreytirnar fyri vøkstrinum. At frækornið vaks lá líkasum uttanfyri hansara ávirkan. Tá ið heystið kom við regni, sáddi hann akurin. Nú hevði hann gjørt tað, ið var hansara avrik. Nú var tað í Guðs hondum at lata regnið væta lendið til veturin var av, og várið við síni lívgandi lýðku gjørdi nálir til aks og síðan fult korn í aksinum.

Forfedrar okkara vistu tað sama. Um várið var tað vanligt at biðja um vøkstur og Guðs signing, tá ið eplini vórðu løgd í jørðina. Í fjósinum varð biðið um signing yvir fenaðin. Tá ið farið var til útróðrar varð sungið við fráferð og heimkomu. Bjargamenn halda enn bøn, áðrenn teir verða bundnir í línuna og sigið verður í bjørgunum.

Guðs signing er avgerandi. At leggja tað viðkvæma lívið í Harrans hendur er verndin blíða, bæði tá ið tað vignast og gongur illa. Í Harrans hondum bæði í lívi og deyða, tí eisini tað æviga lívið er Guðs.

Lívsins ævigu fortreyt grundaði Guð um páskirnar við deyða og uppreisn Jesu Krists. Tað milda fleyrið og lívsandin komu við talsmanninum Heilagum Anda hina fyrstu hvítusunnuna. Síðan komu andans hava kristin fólk verið árvakin, skapandi og livandi.

Við at vísa til korini á jørðini, sipar Jesus til Guðs ríki. “Av sær sjálvari ber jørðin grøði.” (Markus 4,28). Tað er sum við bóndanum, ið svav og fór upp nátt og dag. Sáðið vaks og spretti høgt, uttan at hann visti, hvussu hetta hendi. Vitanina og royndirnar hevði hann, men lívsins loyndardómur var ein gáta.

Í kristnum verki síggja vit tað sama fyribrigdið. Menniskju koma til livandi trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Vit prædika og boða orðið. Aloftast eru vit upptikin av umstøðunum, um nú alt er, sum tað skal vera.

Fortreytirnar eru okkara uppgáva, men vit mega hava kallan frelsarans í huga. Vit eru sendiboð í Krists stað, sum rópa: Verðið sátt við Guð!

Hóast vøksturin er Guðs, er tað trúarstyrkjandi at uppliva, at arbeiðið ber frukt og ávøkstur. Vakurt at uppliva, at menniskju koma til trúgv, fáa eitt nýtt lív og eina gleði, ið er nýskapandi fyri alt og øll.

Trúarstyrkjandi at vita, at vøksturin er Guðs verk aleina. Trúgvin í hjørtum várum er Heilaga Andans gerningur. Tað gevur gleði og frímóð. Eru vit trúgv í kalli, verki og tænastu, so gevur Guð vøksturin í sínum tíma.

Tá ið væl gongst er eingin orsøk til hugmóð. Tá ið turkur rakar kirkjuliðið, er eingin orsøk at missa mótið, tí vøksturin er Guðs. Hinvegin eigur kristnin at kanna, um vit í tí jarðliga skapa góðar fortreytir fyri andaligum lívi og vøkstri.

Tað er stórfingið, at vit kunnu gerast sáðmenn í Guðs ríki. Vit kunnu lýsa stórleikan við líknilsinum um sinopskornið. Lívið er ríkt, tá ið fuglasongur hoyrist í bygdum reiðri. Heimligt at liva í lívd av Guði og góðsku hansara.

Reiðrið í skugga træsins er okkara egna lív og tilvera. Tann stóra urtin, ið ber reiðrið, er Guð sjálvur, ið er Harrin í sínum egna ríki. Amen.

Orðið: “Tað (Guðs ríki) er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.” (Markus 4,31-32).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo