Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

"Fuglfirðingur" til fiskiskap í Norðsjónum í 1973. Super 8 litfilmur, ið Árni Sigurðsson Simonsen (1936-1999) filmaði.

Av manningini síggjast m.a. Jóhan Christiansen, Petur Midjord og Erling Eliasen. Eisini síggjast onnur føroysk skip á filmsupptøkuni. Tey eru Polarfarið av Strondum. Ernst Kass var skipari.

Hini eru Havsøki, Havborgin og Smaragd. Vit síggja eisini upptøku hjá Ingu Simonsen av Árna S. Simonsen, Erlingi Eliasen og Johan Christiansen, ið hava vitjan av Otto Dam meðan teir bøta trol úti í Mattalág í vesturbýnum í Havn. Lítli Marni sæst eisini á filmsupptøkuni.

Seinast síggja vit eitt filmsbrot av Fuglafirði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo