40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Um vikuskiftið vórðu ársins seinastu dystir avgreiddir í liðkappingini um føroyameistaraheitið í billard fyri 2019/20. Kappingin hevur ligið still síðan 13. mars vegna korona. Men eftir at billardsambandið hevði ráðført seg hjá koronaráðgevingini um at byrja varliga aftur, fingu billardfeløgini møguleika, at avgreiða teir dystir ið eftir vóru.

Í 1. deild var sera stórur spenningur um bæði Føroyameistaraheitið, og um niðurflytingarplássið. Tey liðini sum bardust um fyrsta plássið vóru Tvøroyrar Billardfelag 1, Klaksvíkar Billardfelag 1, og Billardfelag Fuglafjarðar 1. Áðrenn vikuskiftið, lág Tvøroyarar Billardfelag á fyrsta plássi við 51 stigum fyri 10 dystir, og vóru teir liðnir við allar sínar dystir fyri árið.

Klaksvíkar Billardfelag 1, ið so at siga hevði ligið á fyrsta plássið alt kappingarárið, hevði spælt 9 dystir, og skuldi leygarmorgunin til Havnar at spæla seinasta dystin móti Havnar Billardfelag 1. Klaksvíkingar høvdu 45 stig áðrenn dystin, og skuldu tískil hava minst 6 stig, fyri at yvirtaka fyrsta plássið frá Tvørámonnum. Hetta av tí at Klaksvíkingar høvdu betur samla miðaltal. Men soleiðis skuldi ikki verða. Havnarmenn gjørdu bart og fingu 4 stig, og tískil máttu Klaksvíkingar bíða til seinni á degnum fyri at finna útav, um hetta var nokk til at geva eitt 2. pláss, ella eitt 3. pláss.

Fuglfirðingar skuldu ikki spæla sín seinasta dyst fyrr enn Leygarkvøldið móti Klaksvíkar Billardfelag 2. Fugfirðingar lógu á triðja plássið áðrenn vikuskiftið við 43 stigum fyri 9 dystir, og skuldu teir tískil hava 8 stig av 8 møguligum, og samstundis halda eitt gott miðaltal, fyri at kunna tryggja sær Føroyameistaraheitið. Press var á, og tað var nógv uppá spæl. Fuglfirðingar vístu tó ongar veikleikar, og vunnu ein sannførandi 8-0 sigur, og kundu feiðra fjórða føroyameistaraheitið á rað.

Liðið hjá Fuglfirðingum varð í ár mannað av Jákup Baldvinsson og Dánial Paula Joensen. Hetta er fyrstu fer at Dánial Pauli gerst føroyameistari í billard.

Í hinum endanum endaði Klaksvíkar Billardfelag 2 á aftasta plássið, og mugu teir tískil spæla ein play-off dyst móti vinnarinum av 2. Deild, um at varðveita plássið í bestu deildini.

Úrslitini í 2. og 3. deild høvdu lagað seg soleiðis, at kappingin var at kalla avgjørd tá koronatiltøkini vórðu sett í verk. Tískil varð støða tikin um, at teir fáu dystir ið eftir vóru, ikki skuldu spælast.

Endaligu støðurnar í øllum deildum:

1. Deild: Stig
1. Billardfelag Fuglafjarðar 1 51 (Vunnu við betri miðaltali)
2. Tvøroyrar Billardfelag 1 51
3. Klaksvíkar Billardfelag 1 49
4. Havnar Billardfelag 1 44
5. Havnar Billardfelag 2 25
6. Klaksvíkar Billardfelag 2 20

2. Deild: Stig
1. Billardfelag Fuglafjarðar 2 58
2. Havnar Billardfelag 3 42
3. Billardfelag Fuglafjarðar 3 40
4. Havnar Billardfelag 4 33
5. Tvøroyrar Billardfelag 2 27
6. Klaksvíkar Billardfelag 3 24

3. Deild: Stig
1. Havnar Billardfelag 5 62
2. Skálafjarðar Billardfelag 1 50
3. Klaksvíkar Billardfelag 4 46
4. Havnar Billardfelag 6 44
5. Tvøroyrar Billardfelag 3 37
6. Billardfelag Fuglafjarðar 4 21
7. Skálafjarðar Billardfelag 2 12
8. Tvøroyrar Billardfelag 4 6

Enn manglar FM kappingin fyri einstaklingar, og Lions Cup Suðuroy. FM fyri einstaklingar verður eftir ætlan spælt í Havnar Klubba vikuskiftið 29. og 30. Mai, meðan kappingin um Lions steypið verður spælt í heyst, eftir summarferiuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo