Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fugloyar kommuna gevur borgarunum bestu sømdirnar - aftur í 2022. Kommunuskatturin er ímillum teir lægstu í landinum, 16%, og barnafrádrátturin er tann hægsti, 10.000 krónur fyri barnið.

Tað sæst í yvirliti sum Taks hevur gjørt.

Saman við Fugloyar kommunu hava eisini Fámjins- og Skúvoyar kommunur lægsta kommunuskattaprosentið.

Í mun til landsskattin, sum er progressivur, er kommunuskatturin flatur. Tað merkir, at øll rinda sama prosentpart, uttan mun til inntøku.

Í hinum endanum er Vága kommuna, sum er millum dýrastu at búgva í, tá vit bara hyggja at kommunuskattaprosenti og barnafrádrátti og ikki taka onnur viðurskifti við. Í Vága kommunu er skattaprosentið 22 og so høgt kommunuskattaprosent hevur ongin onnur kommuna, sambært Taks. Barnafrádrátturin er eisini lágur hjá Vága kommunu, sambært yvirlitinum einans 5.500 krónur fyri barnið. Bara Kvívík og Vestmanna hava lægri barnafrádrátt, ávíkavist 5.100 og 5.000 krónur fyri hvørt barn. Men her skal nevnast, at í Kvívík er barnaansingin ókeypis.

Kirkjuskattaprosentið er 0,6 í øllum kommunum uttan á Eiði, Vági og í Kunoy, har tað er 0,9%.

Miðal kommunuskattaprosentið fyri landið er 20,06 og miðal barnafrádrátturin er 7.129 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo