Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Eftir fullsetta sýning við nýggja týska filminum um Stefan Zweig, Vor der Morgenröte, eru Fílmsdagar í Felag av á hesum sinni.

Tað er triðja ferðin at Filmsfelagið og Havnar Bio skipa fyri Filmsdøgum í Felag, har nýggir filmar verða sýndir fyri ein ódýran penga.

Síðan Filmsfelagið varð stovnað í júst hesum hølum í 1962, hevur siður verið, at hvør sýning byrjar við einum stuttum inngangi.

Til endasýningina sunnukvøldið, samstundis sum týska valið varð av, innleiddi Knút Olsen sýningina við at lesa úr bókini hjá Stefan Zweiig, sum verður kallað heimsins longsta sjálvmorðsbræv. Knút hevur sjálvur týtt bókina, sum nýggi filmurin byggir á. Forlagið Sprotin gevur hana út á føroyskum undir heitinum Heimurin, ið var.

Nú byrja mikudagssýningarnar í Filmsfelagnum

Nú Filmsdagar í Felag eru av, byrja regluligu mikudagssýningarnar aftur. Fyrsti mikudagsfilmur á vetrarskránni í Filmsfelagnum er Paula, ið er um týsku listakvinnuna Paulu Modersohn-Becker (1876-19079, sum livdi í skugganum av manninum, Otto Modersohn (1865-1943).

Kinna Poulsen fer at innleiða sýningina við nýggja týska filminum Paula.

Atgongumerkjasølan til sýningarnar í Filmsfelagnum, sum eru opnar og almennar, er byrjað.

Myndirnar frá fullsettu sýningini á Filmsdøgum í Felag tók Ole Wich.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo