Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað skal síggja gott út.

Uppgávan at selja Posta skuldi i útboð.

Í útbjóðingartilfarinum var sagt, at ein serfrøðingabólkur skuldi velja og vraka millum innkomnu tilboðini.

Altso, ongin politikkur í málið, takk.

Nú fyriliggur so úrslitið av vektingini.

Regin Hammer, sum dagliga starvast sum fulltrúi í Almannaráðnum er av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum valdur út at standa fyri søluni av almennu fyritøkuni Posta.

Regin Hammer er nevniliga útvaldur gjøgnum sína fyritøku “Hammer Consulting” at standa fyri uppgávuni saman við Sókn Advokatum.
 
Poul Michelsen valdi fyrst Regin Hammer sum nevndarformann í P/f Vága Floghavn, fyri síðani at tilluta honum uppgávuna at selja Posta.

Takk fyri politiska stuðulin!

Hvussu Regin Hammer fær røkt uppgávuna sum fulltrúi í Almannaráðnum, sum nevndarformaður í P/f Vága Floghavn og nú eisini sum almennur sølumaður fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sigur søgan einki um.

Regin Hammer og Sókn Advokatar hava fingið uppgávuna hóast teirra tilboð ikki var lægsta tilboð.

Tilboðið frá Hammer Consulting og Sókn Advokatum liggur einar 100.000 kr. omanfyri lægsta tilboð, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið altso hevur vrakað.

Tilboðið frá Hammer Consulting og Sókn Advokatum var slakar 600.000 kr. umframt mvg.

Meðan lægsta tilboð var upp á umleið 495.000 kr. umframt mvg.

Landskassin skal sostatt rinda einar 125.000 kr. meira fyri serligu kvalifikasjónirnar hjá “Hammer Consulting”.

Undrandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo