Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag: Í morgin 8. juli kl. 13 byrjar gongutúrurin fyri friðing á Víkum.

Møguleiki hevur verið fyri at sleppa við bussi úr Havn til Vatnsoyrar, men neyðugt gjørdist at fáa ein eyka buss, og nú eru báðir bussarnir fullsettir.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir tí á fólk, sum ætla sær við á gongutúrin, um at koyra saman, so at allir bilar eisini verða fyltir.

Roynt verður tó at fáa ein buss afturat, og tí ber eisini til at skriva seg á ein lista fyri tey sum ynskja pláss við bussinum. Til ber at senda teldupost til fnu(at)fnu.fo.

Endamálið við túrinum er at heita á Landsstýriskvinnuna í Heilsu- og innlendismálum og Yvirfriðingarnevndina um at varðveita náttúruna á Víkum. Einki er at ivast í, at stóra undirtøkan endurspeglar tørvin á náttúrufriðing, og at fólk krevja at okkurt verður gjørt. Túrurin er mettur til 5 tímar, so heitt verður á øll um at hava matpakka og góðar gangiskógvar við.

Gongutúrur fyri friðing á Víkum er eisini at finna á facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo