At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kvinnurnar í B36 stríðast fyri at koma nærri heiðursmerkjaplássunum, meðan EBS/Skála skal lyfta seg úr botninum - Mynd: Bjarni Enghamar

Kvinnurnar í B36 stríðast fyri at koma nærri heiðursmerkjaplássunum, meðan EBS/Skála skal lyfta seg úr botninum - Mynd: Bjarni Enghamar

Kvinnurnar í B36 stríðast fyri at koma nærri heiðursmerkjaplássunum, meðan EBS/Skála skal lyfta seg úr botninum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Í kvøld klokkan hálvgum átta verður hol sett á 12. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum. Upprunaliga skuldu dystirnir verðið spældir tann 9. august, men vegna korona bleiv umfarið útsett

KÍ – HB kl. 19:30 (Dómari: Leivur Zachariassen)
Við Djúpumýru í Klaksvík fáa føroyameistararnir og nýklæktu Stórsteypavinnararnir, KÍ vitjan av HB, sum undan dystunum í dag er á 4. plássi við 17 stigum.

Farna sunnudag møttust somu lið á Tórsvølli, og tá gjørdist úrslitið 3-0 til klaksvíkskvinnur. Tað er tí ikki óhugsandi, at heimaliðið aftur fer avstað við øllum, men um HB skal hanga í kappingini um silvurkrónurnar, skulu tær helst ikki missa nógv stig afturat í hesum kappingarárinum.

Tískil kann væntast at talan verður um ein javnan dyst, har tað serligu eru tær reyð-svørtu úr Havn, ið hava meir brúk fyri stigunum, um tær skulu hanga í NSÍ og ÍVB.

NSÍ – EBS/Skála kl. 20:00 (Dómari: Petur Páll W. Hentze)
Í Runavík skal NSÍ royna at spæla seg nærri silvurkrónunum, har aftasta liðið í kappingini, EBS/Skála kemur á vitjan.

Higartil í ár hava hesi bæði liðini møtt hvør øðrum tríggjar ferðir. NSÍ hevur vunnið allar dystirnar, og serliga í teimum báðum fyrstu gjørdist talan um tryggar sigrar til runavíkskvinnur, meðan tað seinasta sunnudag endaði 3-2 til NSÍ.

Heimaliðið við Løkin í kvøld má tí metast at vera favorittur, men tað er einki at ivast í, at um tær av Skála og úr sundalagnum raka dagin, kunnu tær geva NSÍ skarpan gang um tey trý stigini.

B36 – ÍVB kl. 20:00 (Dómari: Jón Tór Baldvinsson)
Triðji og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður á Tórsvølli, har B36 tekur ímóti felagsliðnum hjá ÍF, Víking og B68.

Eisini her kann væntast at gerast tætt. Undan dystinum eru gestirnar á 3. plássi við 19 stigum, fimm fleiri enn B36, sum stríðist við at vinna seg upp á heiðursmerkjaplássini.

Tá liðini spældu í Fløtugerði í Fuglafirði síðsta sunnudag vann ÍVB 3-1, men um hugt verður eftir úrslitunum millum hesi bæði liðini fyrr í ár, sær út til at talan er um tvey javnt sterk lið. B36 hevur vunnið ein, ÍVB hevur vunnið ein, og tá liðini hittust tann 28. juni, endaði við javnleiki 2-2.

STIGATALVAN (Betri Deildin kvinnnur)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo