Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eivind Jacobsen hevur framløgu í hølunum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum í  Smærugøtu,  fríggjadagin 28. juni kl. 14-16.

Tað verða nakrar stuttar framløgur og møguleiki verður at seta spurningar millum framløgurnar:

1.       Framløga av fyribilsúrsliti av gransking av veiðuhagtølum. Rímuliga greiðar ábendingar eru um at tað loysir seg at fiska nógv tá nógvur fiskur er. Hagtølini vísa, at fiskidagar geva 30% hægri veiðu enn kvotur. Samstundis er tað eisini burðardygt. Hagtølini vísa at tað altíð er manglandi tilgongd og ongantíð ovveiða, sum er orsøkin til at toskastovnarnir minka. Sannlíkt er, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum og fiska hann komandi ár.

2.       Støddin av tilfeingisrentuni er lægri enn áður mett. Búskaparráðið gjørdi eina hypotesu í 2014 og tók nógv fyrivarni. Nú verður hypotesan brúkt óbroytt og tosa verður um 1 milliard í tilfeingisrentu. Framløgan fer at vísa, hvar røttu tølini til hypotesuna finnast og hvussu tað ávirkar útroknaðu tilfeingisrentuna. Milliardin als ikki er til. Meginparturin av tilfeingisrentuni verður longu goldin inn í landskassanum. T.d. siga tøl í Fiskimálaráðnum at miðalhýran hjá uppsjóvarskipum var 2.487.000 í 2015. Rætta talið er kr. 701.566

3.       Hvat sigur vísindin um uppboðssølu. Teori verður gjørgnumgingin. Somuleiðis verður víst á ymisk dømir um hvussu uppboðssøla roynist í verki. Alt tíður uppá at tað at selja 10-15% ella 100% gevur nógv minni til samfelagið. Eisini vísur tað seg at verða lættari at áseta tilfeingisrentu rætt eftir meting heldur enn umvegis uppboðssølu. Sambært ástøði og emperiskum royndum, so loysir tað seg ikki at selja veiðurættindir á uppboðssølu.

4.       Menningarkvotur eru nógv umrøddar. Víst verður á, hvussu til ber at skipa menningarkvotur soleiðis at tey sum hava eitt gott hugskot fáa atgongd til fisk. Somuleiðis verður víst á, hví verðandi skipan forðar fyri menning og ikki tænir endamálinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo