Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var tá Smyril skuldi leggja at um middagsleitið at fólk varnaðust ein deyðan mann sum fleyt á sjónum. Skjótt varð borið at, og bæði løgregla og sjúkrabilur kom á staðið, men eftir lítlari løtu bar til at staðfesta, at viðkomandi var deyður.

Eygnavitni á staðnum hava greitt VP frá, at eitt fólk var fingið upp úr sjónum, lagt á eina børu, teppi lagt útyvir, og so var friður.

Tann deyði er eyðmerktur og tey avvarðandi hava fingið boðini.

Á facebookvanganum sigur politiið millum annað, at fleiri kanningar verða gjørdar, og hevur politiið tí ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

Maðurin var í fimmtiárunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo