Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

”Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar ”OG ALLIR LYGNARAR” - lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli - tað er hin annar deyðin." (Opinbering Jóhannesar: 21:8).

Tann, iđ ikki dugir at síggja, at alt hetta tiltakiđ viđvíkjandi Corona/covid19 er eitt gigantiskt fuppnummar og hevur als einki vid virussjúku at gera, hevur sera lítiđ at rutta viđ í ovastu etaguni. At trúgva blint uppá hvat myndugleikarnir servera gjøgnum miđlarnar, er tann reini dárskapur. Miđlarnir kunnu samanberast viđ eitt klaver, sum myndugleikarnir í ríkisfelagsskapinum spæla sera nógv uppá á hegnisligan hátt, men tíverri er tónleikainnihaldiđ ein sera væl komponerađ lygiframførsla.

At eitt virus kallađ fyri Covid19 finst og at tađ smittar frá fólk til fólk, hóast eingin prógv finnast fyri hesum útmeldingum, sigur seg sjálvt, at hetta er tađ reina fupp og svindul. Veruleikin er tann, at vit einans hava viđ eitt politiskt virus at gera, sum fólk flest eru lumpađi til at trúgva uppá. Tađ finst einki biologiskt virus kallađ fyri Covid19. Orsøkin til hví sagt verđur so, er tann mátin sokallađa virussin uppførir seg uppá. Eitt biologiskt virus uppførir seg ongantíđ soleiđis sum hetta politiska virussiđ hevur háttađ sær hesar seinastu mánađirnar, har tađ serliga rakar kend fólk og fólk frá ymiskum býum viđ fleiri ferđir hægri títtleika. Og at tađ bara rakar fólk viđ serligum politiskum meiningum og trúgvandi menniskjur, men ikki rakar fólk sum gera uppreistur og mótmæla. Og smittan rakar ikki tær størstu fyritøkurnar, men hinvegin rakar tađ smærri fyritøkur. Smærri fyritøkur, fitnesshølir, barrir og cafeir o.l. vórđu stongdar međan tær størstu ídnađarfyritøkurnar o.l. kundu halda áfram sum um einki var hent.

Ein er ikki í smittuvandazonuni har 10 fólk eru savnađi, men eru 11 ella fleiri savnađi, so er fanin leysur. Í mongum førum er tađ peningapungurin hjá fólki sum aloftast verđur raktur av Covid19, men nærum ongantíđ persónarnir sjálvir.

Alt tađ sum myndugleikarnir, heilsumyndugleikarnir, yvirlæknar, læknar og serfrøđingar av ymsum sløgum borđreiđa viđ (serliga gjøgnum miđlarnar), eru ikki niđurstøđur teir eru komnir til sjálvir. Nei, hetta er nakađ teir hava fingiđ at vita frá WHO, at teir skulu trúgva og siga víđari. Og uttan at nakar hevur stillađ bara ein tann einasta kritiskan spurning viđ hesar upplýsingar, verđa fólk kunnađi um, hvussu tey skulu fyrihalda seg í formi av tilmælum. Men ongar vísindaligar próvgrundir (argumentir) finnast fyri nøkrum tilmæli. Og um leitað verđur eftir próvgrundum fyri tilmælunum, so finst eingin vísindalig skjalfesting (dokumentatión) sum kann avvátta pástandin um, at alt, sum viđvíkur Corona/Covid19, ikki er heilaspuni (fiktión).

Tí hevđi veriđ tađ rætta um fólk noktađu at lurta eftir og fylgja øllum tí fjasi sum kemur frá myndugleikunum, og heldur lært seg at hugsa sjálvi og síggja alt meiningsloysi aftan fyri øll tilmælini. Sannleikin er bert tann, at alt hetta heilaspunna Coronafjasiđ er einans eitt roykteppi ætlađ til at fjala øllum tí, sum gongur fyri seg á fíggjarmarknađinum, tađ veriđ seg í ríkisfelagsskapinum eins og tađ fer fram í øllum heiminum, og sum fer at hava nógv størri týdning fyri fólk komandi mánađirnar.

Hetta er einki minni enn eitt peningarán, framt á alljósum degi og fyri opnum skermi. Hetta hevur ongantíđ havt viđ nakra virus at gera. Fólk flest eru fuppađi í málinum av teimum sum tey líta á og velja inn á ting. Føroyski sokallađi kristindómurin bakkar upp um hetta svindlaraátakiđ.

Kreftirnar, sum standa aftanfyri alt hetta svindlaraátakiđ, arbeiđa út frá tí leisti, at tær biđja sínar undirsáttar gera eitt hvørt sum tænir teirra agenda. Síđani koma hesi viđ eini grundgeving iđ ikki gevur nakra logiska meining, og hartil vísir hon seg at vera tápulig tá framløgan verđur vurdera kritisk. Sum eitt dømi kann nevnast, at landsstýriđ fær bođ frá donsku stjórnini um hvussu tey skulu fyrihalda seg vegna Covid19 í Føroyum, og verđur tađ tí landsstýriđ og danska stjórnin sum koma at fáa toyggiđ, tá ting og sakir fara at ganga alvorliga galiđ, međan ordragevarin gongur fríur og varđveitur sítt ummæliđ sum ein ósekur og tó brotsmađur, hóast alt annađ er tilfelliđ. Um fólk høvdu hugsa seg um, so høvdu tey uttan trupulleikar sloppiđ undan at gera eftir brotsmannabođum.

Niđast í hesi grein er eitt link til eitt innslag sum umhandlar m.a. hetta, at ordrin um at steingja samfelagiđ kom frá einum breiđum myndugleikabólki, men roynt verđur fleiri ferđir at spyrja inn til hvør hesin breiđi myndugleikabólkurin er, sum ráđgav donsku stjórnina at steingja meginpartin av ríkisfelagsskapinum, men tađ vilja tey ikki út viđ. Men harviđ er tađ avdúkađ, at loyniligar kreftir taka avgerđir vegna donsku stjórnini og hvørs avgerđir eisini umfata Føroyar, men samstundis vilja tey ikki út viđ, hvørjir myndugleikar talan er um. Hvussu er, hevur fólkiđ/veljarin ongan rætt til at fáa hetta at vita? Undir øllum umstøđum verđur sagt, at ein loyniligur myndugleikabólkur álegđi/ráđlegđi donsku stjórnini til at handla so sum hon gjørdi. Kanska vinnuligar fyritøkur og reiđaríir so sum Maersk? Talan er í øllum førum um lusk og svindul, lygn og bedrag!

Sær ikki mætari út, enn at hetta Coronaátakiđ tekur bæđi rættindir og frælsi frá fólkinum uttan nærri grundgeving. Tann grundgevingin sum fyriliggur, eru lodrættar lygnir og noktan fyri at siga sannleikan fyri fólkinum. Grundarlagiđ og umberingarnar fyri at handla sum myndugleikarnir gera, eru so tunnar og als ikki nøktandi til tess at skumpa grundlógina til viks og harviđ seta hana úr gildi. Men tađ er hent. Persónliga frælsi og rætturin til at savnast saman uttan loyvi frá myndugleikunum (ein grundlógarrættur), eru tikin burtur á einum grundarlagi sum er bygt á svik og lygn.

Vanligastu og einfaldastu dømini um neyđuga dokumentatión sum skal vera uppá pláss, áđrenn byrja verđur at tosa um eitt nýtt virus, er prógv fyri, at virussiđ er isolerađ og hartil kanningar sum vísa, at virussiđ smittar frá fólk til fólk. (The gold standard metod). Men tílíkar kanningar eru ongantíđ gjørdar og verđa heldur ongantíđ gjørdar, tí at so má WHO viđganga, at alt sum hent er seinastu mánađirnar, einans var tađ reina fupp og svindul, sum tađ jú í roynd og veru er.

Fólk standa spyrjandi, jamen, hvat doyggja fólk so av? Svariđ er einfalt. Tey doyggja av tí tey altíđ eru deyđ av, tvs., krabbameini, influenzu, lungabetendilsi, royking, drukk, hjartatilburđum, alzheimer, sukursjúku, blóđtøppar o.s.frv.. Tađ er fyri langari tíđ síđani vorđiđ avdúkađ, at ein stórur hópur av uppgivnu sokallađu Corona-deyđsorsøkunum, vóru snýtitøl. Fake News sum vanligt. Tey đeyđu doyđu ikki av Corona, men av øđrum orsøkum. Av tí sama eru øll Corona-deyđstølini sum uppgivin verđa, lygn! Hartil kann upplýsast, at læknarnir eru álagdir at notera Covid19 á deyđsattestirnar, um patienturin hevđi ein positivan Covid19 test innan 60 dagar áđrenn viđkomandi doyđi. Og í summum førum bert út frá kliniskum influenza symptomum. Hesi deyđsføll vildu bliviđ kallađ fyri nakađ heilt annađ, um øll hesi fólkini ikki vóru testađi og um læknin sjálvur slapp at avgera, hvat skuldi standa á deyđsattestini.

Stóri trupulleikin viđ RT-PCR testini er, at hon ikki testar fyri virus, men fyri ein tilvildarligan RNA sekvens frá slími iđ er tikiđ frá lungunum á einum 78 ára gomlum kinesara frá Wuhan, og tí ikki vísir, um viđkomandi sum testađur verđur, hevur eitt ávíst virus. Fyri at tryggja sær, at RNA sekvensurin er frá einum ávísum virussiđ, má RNA sekvensurin finnast í einum prøva viđ isolerađum virussi (Gold Standard), men sum áđur nevnt, so er sokallađa virussiđ ikki isolerađ enn av teirri einføldu orsøk, at virussiđ ikki finst, tvs., Covid19. Hinvegin hevur Coronavirussin altíđ veriđ til og varđ fyrstu ferđ uppdagađ einaferđ í 1930’unum. 10% av øllum influenzapatientum hava Coronavirussina í sær. Tađ má sigast at vera løgiđ, at miđlarnir ikki bođa frá tá influenza-patientar doyggja. Međan Fupp Corona hevur leikađ í, eru fleiri deyđ av influenza um somu tíđ, - eisini í Føroyum. Tađ virkar so innlýsandi, at myndugleikarnir vóna at fleiri fara at doyggja soleiđis, at tey kunnu fáa lygnirnar at hanga saman. Og tađ er skammiligt.

Tvs., at tá myndugleikarnir bođa frá, at uml. 5 milliónir eru smittađi á heimsplani viđ Corona, so ber til nøkunlunda at rokna út hvussu mong eru smittađi viđ influenzu har roknistykkiđ sær soleiđis út: (5 : 10) x 100 = 50 milliónir. Og tađ má sigast at vera ein sera mild ”flu’season”. Tí bara í USA, veturin 2017/18 (perioda uppá 6 mánađir), vóru 45 milliónir smittađi viđ influenzavirus har av 61.000 doyđu av influenza (summar keldur siga 80.000 doyđu). Men ikki so frætt sum ein kiosk varđ afturlatin av teirri grund, miđlarnir søgdu lítiđ og einki um hendingina og sjúkrahúsini klárađu uppgávuna akkurát sum einki uttan stórvegis hjálp uttanífrá.   

Her skal líka leggjast aftrat, at hesar RT-PCR testir hava ein feilmargin uppá 80%, og hetta vil siga, at myndugleikarnir leggja alt lamiđ grunda á eina feilrokning uppá 80%. Tá so 5 milliónir eru smittađi og 80% kortini ikki eru tađ allíkavæl, so rokni eg viđ, at fólk duga at rokna restina út sjálvi. (sí link niđast). Men sum eg nevndi, so snýr alt hetta seg um pengar og ikki nakra virus, og tí skilji eg væl at fólk blíva óđ tá eg leggi sannleikan út á bert, tí at mong satsa uppá allar hesar pengarnar tey rokna viđ at heysta av hesum gigantiska fuppnummarinum.

Innan læknavísindina finst ein tryggur álítandi testformur tey kalla fyri ”The Gold Standard”! Men av tí at hann er so sikkur, vilja myndugleikarnir ikki nýta hendan formin fyri test, tí so ber ikki til at lúgva og snýta um hesi tingini. Tí hava myndugleikarnir valt tann mest ósikra testformin. Millum annađ verđur greitt soleiđis frá um hendan ”Gold Standard” testformin: ”En hypotetisk ideel "guldstandard"-test har en følsomhed på 100% med hensyn til sygdommens tilstedeværelse (den identificerer alle individer med en veldefineret sygdomsproces; den har ikke nogen falsk-negative resultater) og en specificitet på 100% (den identificerer ikke fejlagtigt nogen med en tilstand, der ikke har betingelsen; den har ikke nogen falsk-positive resultater)”. Men vit hava hoyrt um mangar falskar testir í miđlunum, uttan at nakar myndugleiki hevur latiđ viđ seg koma av teirri grund. Tey vilja verja lygnina fyri alt í verđini, fyri mammons skuld.  

Alt hetta sum verđur lagt fram her, veit ein ektađur lækni alt um at siga, at soleiđis hanga tingini nú bara saman einaferđ, tvs., ein lækni sum er trúgvur ímóti tí sanna læknalyftinum. Men tíverri eru teir allir tvingađir til at lúgva um tingini ímóti eini góđgering aftur fyri, teir, sum arbeiđa undir systeminum. Og tađ er skammiligt og sjálvandi ólógligt eisini. Men nú hava hesir selt sítt diplom fyri hægstbjóđandi. Teir hava fingiđ í posa og sekk fyri at lúgva um tingini, og tápulig fólk hoppa uppá hesar lygnir uttan at hugsa logiskt sjálvi. Hesir myndugleikapersónar eru sum programmerađir robottar.

Christian Andreassen málbar seg soleiđis í In.Fo fyrradagin í greinini “Hetta gongur ikki einaferđ aftrat”: Hann sigur: ”Tað ber ikki til at stjórna landinum við tilmælum, so uttan lógarheimild, missa vit eisini tamarhaldið á støðuni sigur hann”. (4. juli 2020).

Viđvíkjandi tilmælunum, ásannar Christian, at tað ei heldur er lógarheimild fyri, at Landsstýrið áleggur øllum ferðandi at blíva kannaði fyri Covid 19, og hvat verri er, at Landsstýrið rindar samsýning til privat feløg, sum hava stóran negativan eginkapital (og gjøgnum tíðina við nógvum ymiskum endamálum, og tískil ikki rinda skatt av inntøkunum frá Landstýrinum), og sum m.a. advokaturin varðar av.

Hetta hevur ongantíđ snúđ seg um virus, men um pengar og at stuđla ætt, vinum og kenningum innan vinnulíviđ sum standa illa í tí, og at fiska stemmur til komandi val. Magt, kontrol, pengar og havisjúka v.m., tađ er hvat alt hetta snýr seg um.

Men fólk hava gloymt at hugsa um endastatiónina, sum eg byrjađi hetta innleggiđ viđ. Tí hetta er endastatiónin fyri tey, sum av hjarta stuđla og verja slíkum lygnum og brotsgerđum.

Bara higartil í ár eru 41,9 milliónir menniskjur smittađi viđ HIV/AIDS mótvegis fake Corona smittađi á umleiđ 5 milliónir. Deyđ av HIV/AIDS í ár = 856.000. (kelda: Worldometers). Deyđ av fake Corona = uml. 529.000, men tílíkt sær ein bara millum fingrarnar viđ. Kortini er einki yvirlit yvir hvussu mong doydu av hesi fake sjúku, tí at VP upplýsir hetta fyri okkum í fyrradagin (4. juli 2020), at yvir 28.000 fólk eru deyð >av ella við< korona í Spania. Tvs., deyđ av ella viđ. Og summi doyggja av ella á ella av og á. Eg meini so viđ, hvat er hetta fyri nakađ at koma tvætlandi viđ slíkum lygnum? Annađhvørt doyđu tey av sjúkuni ella so gjørdu tey tađ ikki. Tey doyđu ikki >bæđi og ikki<. Men tá tađ ikki verđur upplýst, so doyđi eingin av sjúkuni sjálvsagt, tí at hon eksisterar ikki. Altso 28.000 deyd í Spania, men deydsorsøkin var ikki Covid19. Sama tvassiđ av málbrúki verđur brúkt í donsku miđlunum har miđlarnir málbera seg soleiđis: "Antallet af døde inkluderer personer, der var smittet med coronavirus ved deres død, "men som ikke nødvendigvis døde som følge af coronavirus." Spurningurin er tí, hvussu mong doyđu av Covid19 í hasi støđuni? Absolutt eingin. Og ein má spyrja um, hvussu doyr ein <ikke nødvendigvis <? Her sær ein bara, hvussu kreftirnar snýta heilan hjá fólki. Tey megna kortini ikki at fáa lygnirnar at hanga saman, men kortini velja fólk at trúgva hesum lygnum allíkavæl, tíverri.

Tingini verđa skrivađi á ein slíkan hátt, at lesarin billar sær sjálvum inn, at tey deyđu doyđu av Covid19, men í roynd og veru er tađ ikki tađ sum stendur skrivađ í miđlunum. Meiningin er at skapa ræđslu millum manna, tí at ein fólkahópur sum livir í frykt, er so lættur at kontrollera og stýra, og soleiđis tiltuska myndugleikarnir sær magt og megi yvir eina fjálturstungna, rædda og óupplýsta mannafjøld. Tá er hon so nemm at lumpa og ger onga mótstøđu, men letur sær alt lynda, no matter what!

Eisini skal nevnast her ein rúgva av drápstilburđum og sum myndugleikarnir og miđlarnir einki tosa ella skriva um heldur. Bara higartil í ár eru 21,6 milliónir fosturdráp framd á heimsplani. Og null deyđ AV Corona. Vónandi fara fólk at vakna skjótt.

Tađ er so nógv meiri ein kundi upplýst um, hvussu djevuslkt alt hetta er skrúva saman av avvarđandi myndugleikum, men tađ blívur ov drúgt og skal tí rundast av her viđ nøkrum linkum, sum avdúka ymiskt av tí sum er nevnt her. Og um ein ikki hyggur alt tilfariđ ígjøgnum, so fær ein ikki røttu myndina av tí sum lagt verđur fram her.

Upplýsing: Generalsekreterurin í WHO er ikki lækni ella læknalærdur, men stórur partur av heiminum lurtar eftir hesum ikki-læknaeksperti. Kortini hevur hann ein doctarastatus og verđur nevndur Dr. Tedros. ”Dr. Tedros Adhanom Ghebreyesus er en etiopisk folkesundhedsforsker og embedsmand, der har fungeret siden 2017 som generaldirektør for Verdenssundhedsorganisationen WHO. Tedros er den første ”ikke-læge” og den første afrikaner i rollen, der er godkendt af Den Afrikanske Union”. Altso, lærdir yvirlæknar og læknar taka ímóti ordrum frá einum ikki-lærdum lækna. Framvegis eingin klokka sum ringir í erva?

Símun A. Klein

Keldur:

Breiđi myndugleikabólkurin:  https://youtu.be/ytzl8neBAm4

RT-PCR testir og feilmarginin v.m.: https://youtu.be/yiJmjm1OuZE

Fake News frá Italia, tađ er bara so hetta gongur fyri seg:

Les her

Alt hetta vit uppliva í dag er ein langtíđarætlan og sum byrjađi fyri ártíggjum síđani. Ì 2009 broytti WHO kriteriini fyri, nær talan er um eina pandemi. Her eitt brot úr greinini: ”På WHO’s hjemmeside er definitionen af en pandemi blevet ændret. I maj var det et krav, at en influenza skulle forsage et ’enormt antal af døde eller syge’, før den kunne betegnes som en pandemi. Men det er ikke længere en del af definitionen. I dag er disse linjerne klippet ud, og det er betænkeligt, mener flere forskere: Nu kan stort set alle influenzaer kaldes for pandemier, mener kritikere. Dermed vil medicinalindustrien også fremover kunne tjene milliarder på vaccine til relativt ufarlige sygdomme!” - Altso, her síggja vit grísku kreftirnar aftanfyri fuppnummariđ: ”Dermed vil medicinalindustrien også fremover kunne tjene milliarder på vaccine til relativt ufarlige sygdomme!” Hetta er veruliga tađ sum býr aftanfyri tađ heila og enn djúpari ting og sakir, altso tey vilja tjena milliardir krónur uppá plandemiir:

https://www.information.dk/udland/2009/11/mystisk-aendring-whos-definition-pandemi

Hetta link umhandlar hvussu tey telja sokallađu Corona-deyđsføllini og sum eisini umhandlar svik, tí at pengar eru uppi í spælinum. Tvs., at sjúkrahús og læknar fáa fleiri pengar í løn, um medisinskir patientar verđa diagnoserađir sum smittađir viđ Covid19 og meira til.

https://www.facebook.com/An0malyMusic/videos/693212968100646/?v=693212968100646

Og her eitt dømi um eina kvinnu sum tók tvær testir sama dag, men hvar annar prøvin vísti negativa test og hin positiv. Men trygga mátan sum er víst á í hesi grein, vilja myndugleikarnir ikki brúka, og bara tađ er avdúkandi í sær sjálvum, tí tryggi mátin ”The Gold Standard” hevđi víst sonnu myndina, at alt hetta Corona átakiđ er eitt gigantiskt bluffnummar. Eitt Hollywood Show í høgum klassa.

Les meira

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo