Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

VP bað í gjár um innlit í málið millum borgarstjóran í Havn og fútan, sum snýr seg um álvarsligu ákærurnar, sum ein politikommiserur, sum er limur í ferðslunevndini, setti fram móti borgarstjóranum.

VP var vitandi um, at borgarstjórin longu væl áðrenn ólavsøku vendi sær til fútan at frætta, hvat fútin ætlaði at gera við málið. Umleið samstundis sendi fútin út alment tíðindaskriv, har hann harmaðist bæði innihald í skrivinum og at skrivið var vorðið alment.

Í gjár fregnaðust vit, um borgarstjórin hevur fingið svar frá fútanum. Í dag hava vit fingið innlit í skriv frá Michael Boolsen, politidirektøri, sum er skrivað 1. august 2021.

Í skrivinum biður fútin “på det alvorligste” um umbering fyri “det sprogbrug og de ytringer Rani Wardum har anvendt og fremsat” og ger vart við, at hetta á ongan hátt er í samsvari við virðini hjá løgregluni og tað samskifti, løgreglan eigur at hava við síni viðskiftafólk.

Hann skrivar víðari, at hann hevur gjørt politikommiserin “opmærksom herpå og har tilkendegivet over for ham, at jeg finder hans adfærd og sprogbrug utilstedelig. Dette har han taget til efterretning og beklaget situationen”.

Fútin hevur áður mótvegis VP gjørt vart við, at hann ikki metir, at persónlig áhugamál hjá politikommiserinum hava nakran týdning í málinum um inhabilitet – hetta tá VP spurdi, um tað hevði nakran týdning, at sonur politikommiserin var ein teirra, sum koyrdi grót av Gomlurætt um næturnar, og politikommiserurin sat í ferðslunevndini og tók støðu um loyvið.

Og tá komið verður inn á spurningin, hvørjar fylgjur hetta fær fyri politikommiserin, fær borgarstjórin sama svar sum VP: “Den videre behandling af sagen er en konkret personalesag”, sum fútin ongar viðmerkingar hevur til og sum vit ikki fáa innlit í. Men so vita vit, at talan er um eina personalesag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo