Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kravið um koronapass, sum er galdandi fyri starvsfólk hjá politinum í Danmark frá mánadegnum at rokna, er ikki galdandi í Føroyum og Grønlandi, hóast politiið í øllum pørtum av ríkinum er danskt. Arbeitt verður eftir donskum sáttmálum og standardum annars, og tí skuldi verið nærliggjandi at hildið, at reglurnar eru tær somu, men tað er ikki heilt vist, at so er, sigur Michael Boolsen, fúti, við VP.

- Tey eru við at kanna hetta júst nú hjá danska løgmálaráðnum og medarbejderstyrelsen. Vit vænta at fáa svar seinni í vikuni, sigur hann.

Í sama viðfangi verður kannað, um somu reglur av sær sjálvum eru galdandi fyri onnur arbeiðspláss hjá ríkinum her í slíkum førum sum hesum. Eitt nú hjá Arktisk kommando, Ríkisumboðnum og Landslæknanum, fyri at nevna nøkur, upplýsir Michael Boolsen.

- Men er tað ikki bara at seta hetta í gildi fyri tíni starvsfólk? Tú hevur jú givið til kenna, hvat tú heldur um koronapass. Er illvilji innanveggja hjá politinum í Føroyum?

- Eg havi onki ímóti koronapassi. Men vit halda, tað er best at fáa greiðu á hesum, áðrenn vit seta nakað krav til starvsfólkini, sigur Michael Boolsen.

Kravið um koronapass, sum kemur í gildi mánadagin, fer úr gildi aftur 23. desember.

Les eisini: Politiið krevur koronapass av starvsfólkunum - Føroyar og Grønland eru undantikin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo