Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, har fólk og fyritøkur í felag savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.

Landsinnsavningin 2021 verður send beinleiðis úr Løkshøll, og kann síggjast á sjónvarsrásini Rás1, sum øll húsarhald í Føroyum hava ókeypis atgongd til. Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal, satelitt ella televarpsboks. Eisini kunnu øll hyggja eftir Landsinnsavningini á heimasíðuni hjá Televarpinum: www.tv.fo

Á skránni verða áhugaverd innsløg, rørandi samrøður, kappingar, uppboðssøla av landsliðstroyggjuni hjá Klæmint Andrasson Olsen og live tónleikaframførslur frá m.a. Gretu, Týr, Leu Kampman og Robert Mc Birnie.

Les meir um Landsinnsavningina, og um hvussu tú kanst stuðla, á www.redcross.fo/landsinnsavningin2021/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo