Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hósdagin 8. oktober skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá spaniólar koma á vitjan - Mynd: Bjarni Enghamar

Hósdagin 8. oktober skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá spaniólar koma á vitjan - Mynd: Bjarni Enghamar

Hósdagin 8. oktober skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá spaniólar koma á vitjan - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Skaðar gera um seg, og tí eru venjararnir hjá U21-landsliðnum, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen noyddir at gera fýra broytingar í hópinum.

Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen og Jonn Johannesen hava allir givið avboð til EM-undankappingardystirnar sum verða í næstum.

Í staðin eru Jákup Nolsøe Olsen, ÍF, Pætur Skipanes, NSÍ, Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur og Hannes Agnarsson, B36 boðsendir til dystirnar móti Spania og Montenegro.

Hósdagin 8. oktober klokkan 17:45 spæla Føroyar og Spania á Tórsvølli, og týsdagin 13. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Montenegro á Svangaskarði.

Hópurin
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jákup Nolsøe Olsen, ÍF
Ari Olsen, Víkingur
Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur
Jákup B. Andreasen, KÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Andri Benjaminsen, B68
Hannes Agnarsson, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Noah Mneney, Víkingur
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Pætur Skipanes, NSÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Adrian Justinussen, HB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo