Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tey settu met, tá tey lendu í Vágum hóskvøldið, tí ongantíð áður hava so nógv fólk verið í einum flúgvara sum er lendur í Vágum. Og helst seta tey útivið 190 fólkini úr Estlandi met aftur í nátt, tí neyvan heldur hava so nógv nakrantíð verið í einum flogfari, sum er farið úr Vágum.

Men tey koma aftur næsta ár, og tá vera tey uppaftur fleiri.

VP frættir, at Germalo, sum er estlendska ferðaskrivstovan sum hevur skipað fyri túrinum, er so mikið vælnøgd, at hon ætlar at senda fýra flogfør til Føroya við ferðafólki beinleiðis úr Estlandi næsta ár.

Felagið sendur longu nógv ferðafólk til Íslands. Og sagt verður, at ótryggleikin sum valdar nógvastaðni í heiminum ger, at fólk í alt størri mun eru farin at leita eftir nýggjum og tryggari ferðamálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo