Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Styrkisamband: Triðju árið á rað luttaka føroyskir vektlyftarar í donsku meistarastevnuni, sum verður hetta vikuskiftið í Odense 13.-15. mai.

Venjarin Frank Petersen væntar, at føroyingarnir fara at standa seg enn betri enn undanfarin ár - tá ið tað eisini var á heilt góðari leið.

Spennandi verður at síggja Niels Áka Mørk, sum í løtuni er danskur juniormeistari, dystast ímóti besta dananum í 67 kilo klassanum, Gustav Vang. Danin hevur sum er øll metini, og teir báðir hava ikki kappast áður, men eru á pappírinum sterkastu lyftararnir í hesum klassanum. “Vil ein vinna hendan klassan, skal tað nokk setast okkurt junior-DM-met”, sigur Frank Petersen.

Í 73 kilo klassanum skal Pól Hendrikur Andreasen royna at verja danska meistaraheitið, ið hann vann í fjør. Kappingin í ár verður nokk eitt vet harðari, og Pól Hendrikur skal kýta seg í hvørjari lykkju.

Leif á Bøgarði, sum lyftir í 81 kilo klassanum, og í løtuni er hann, ið knógvar teim tyngstu føroysku vektunum upp um høvd, kann fara at sníkja seg upp á bronsuskammilin í greinini trekk/snatch. Tá skal hann fáa tað at rigga upp á dagin reint tekniskt og eisini taktiskt - har ið man við snildum kann velja sær vektina, so man fær mótstøðumenn at lyfta fyrst.

Einasti føroyski kvinnuligi íðkarin við DM, Maibritt Reynheim Petersen er rykt ein vektklassa upp, og luttekur nú í 71 kilo klassanum. Maibritt er í eini rívandi menning og venur nógv niðri á Flatlondum, har ið hon eisini gongur í skúla. Hennara mál er at blíva úttikin til norðurlendsku meistarastevnuna seinni í ár. Fyri Føroyar.

Okkara sterkasti kvinnuligi lyftari, Anna Kristina Niclasen og ein av sterkastu mannligu lyftarunum, Sofus Bech, skuldu luttaka í DM, men Anna Kristina skal skurðviðgerast í fótinum, og Sofus er ikki heilt klárur aftan á ein skaða.

Íalt  115 lyftarar luttaka í DM, og kappingin verður stroymd á https://m.twitch.tv/danskvaegtloeftning/home

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo