Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

»Vit uppliva, at tey inntriv, sum eru gjørd, hvíla á einum sera skroypiligum grundarlagi, og at álvarin í útbrotinum av Covid-19 ikki stendur mát við avleiðingarnar av inntrivunum.«

Tað stendur millum annað at lesa í eini undirskriftainnsavning sum fýra læknar hava skipað fyri, sum eru ørkymlaðir um koronutiltøkini og tær heilsuligu, sosialu og búskaparligu avleiðingarnar av teimum, og krevja tí beinanvegin at avmarkingarnar verða strikaðar beinanvegin. Samtíðis verður eisini tikin frástøða til uppskotið um nýggja epidemilóg.

Og læknarnir fáa undirtøku frá ikki færri enn 30.651 persónum, sum í skrivandi stund hava skrivað undir. Øll eru tey skeptisk viðvíkjandi nýggju átøkunum hjá donsku stjórnini.

- Vit uppliva, at hesi inntriv hava ført til at frísk eru vorðin gjørd sjúk og hava skapt ótta og ósemjur millum íbúgvarnar, stendur millum annað í áheitanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo