Fýra ungfólk eru í morgun flutt á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp í Vestmanna.
Sambært vakthavandi á politistøðini hava fólkini ikki fingið álvarsligan skaða.
Tað er ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til óhappið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo