40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Kristina Ejdesgaard frá Apotekinum og Jutta Helgadóttir frá Hoyrnini

Mynd: Kristina Ejdesgaard frá Apotekinum og Jutta Helgadóttir frá Hoyrnini

Mynd: Kristina Ejdesgaard frá Apotekinum og Jutta Helgadóttir frá Hoyrnini

Apotekið og Hoyrnin eru farin í samstarv um eitt heilsuátak, sum skal varpa ljós á týdningin av fyribyrgjandi kanningum.

Heilsudagarnir verða 4. og 5. apríl á apotekinum í Steinatúni og eru eitt ókeypis og fólksligt átak, har møguleiki er at kanna heilsustøðuna og hoyrnina um somu leið. 

"Við hesum vóna vit at røkka fólki, sum ynskja at kanna generellu heilsustøðuna, men sum kanska ikki fáa í lag at biða um tíð hjá lækna ella øðrum serfrøðingum”, sigur Kristina Ejdesgaard frá Apotekinum.

Apokekið í Steinatúni bjóðar fólki eina skjóta heilsukanning, har tey kunnu máta blóðtrýst, blóðsukur og BMI.

Harumframt verður høvi at tosa við serfrøðingar hjá Apotekinum um kostístkoyti, heilsu og annað.

Hoyrnin er ein privat hoyriklinikk, sum veitir hoyritól og hoyrivernd og orsøkin til samstarvið millum Hoyrina og Apotekið er, at hoyrnin hevur stóran týdning fyri okkara heilsu og lívsgóðsku.

Hagtøl vísa, at ein út av tíggju ganga runt við niðursettari hoyrn, uttan at vita av tí og uttan at fáa hoyrnina kannaða. 

“Á Heilsudøgunum kunnu fólk sjálvi gera eina skjóta ókeypis hoyriroynd og staðfesta um hoyrnin er í lagi, ella um brúk møguliga er fyri hjálp at hoyra betri,” sigur Jutta Helgadóttir frá Hoyrnini.

Heilsudagar verða á Apotekinum í Steinatúni hósdagin 4. og fríggjadagin 5. apríl kl. 10-16.

Les meira um tiltakið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo