Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Øll ung hava eitt djúpt ynski um at eydnast í lívinum. Ungfólk hava eisini ein tørv á meining í lívinum og sambondum við onnur. Tey hava ein vilja at opna seg fyri framtíðini og taka ímóti lívinum.

Mikukvøldið, 11. september, kl. 19.30 kemur ein royndur fyrilestrahaldari at hava fyrilestur í Vesturkirkjuni um dreymin, øll ung fólk hava.

Fyrilesturin vendir sær til øll, sum hava við ung fólk at gera, og sum arbeiða við ungum: Foreldur, lærarar, námsfrøðingar, ungdómsleiðarar í kirkjum og samkomum, prestar og onnur.

Jesper Oehlenschläger, sum er skúlastjóri í Nordsjællands Efterskole, kemur at hava fyrilesturin.

Evnið er: Øll ung vilja eydnast í lívinum.

Saman við einum øðrum skúlastjóra, Jan Dufke, hevur Jesper skrivað bókina “Alle unge vil gerne lykkes”, sum nýliga er útkomin, og sum hevur fingið fleiri góð ummæli frá fólki innan skúlaverkið og høvundum, við áhuga fyri teimum ungu.

Um tey ungu skulu eydnast í lívinum, er ikki nóg mikið við meiri útbúgving. Tey ungu tørva eina siðmenning (“dannelse”), sum hjálpir teimum at møta lívinum, og sum ger tey til meiri heil menniskju. Jesper vil mikukvøldið tosa um virði, sum gera tey ungu til ”empatisk menniskju, sum taka ábyrgd fyri teimum felagsskapum og tí heimi, tey eru partur av”, skrivar hann.

Í fyrilestri sínum nemur Jesper við fleiri analysur og hugleiðingar viðv. ungfólki, eins og hann sigur frá upplivingum og kemur við dømum úr egnum lívi.

Jesper Oehlenschläger hevur í fleiri ár havt stóran áhuga fyri uppvaksandi ættarliðinum bæði sum prestur og skúlastjóri. Hann hevur skrivað bøkur og hevur havt hópin av fyrilestrum bæði í Danmark og aðra staði, sum hava við menning av okkara ungu at gera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo