Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú mikukvøldið 20. januar kl. 19.30 verður aftur ein forkunnug Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Hanus Kamban heldur fyrilestur um megnar skaldið Hans Andreas Djurhuus (1883 – 1951). Onkrir sálmar hjá Hans Andreasi verða eisini sungnir, og aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, og tá hava fólk høvi at seta Hanusi spurningar og koma við viðmerkingum.

Hanus Kamban fer m.a. at tosa um teir tankar, ið Hans Andreas Djurhuus gjørdi sær um fyrra heimsbardaga, sum hann var ímóti og mótmælti. Í sínum skaldskapi samanbar skaldið hermenninar við Kristus á krossinum. Hetta er rættiliga ókent tilfar.

H.A. Djurhuus var virkin og tók lut í síni samtíð. M.a. skrivaði hann í 1913 eina kritiska viðmerking til tær nýggju átrúnaðarligu rørslurnar, ið vóru komnar til Føroya. Hetta førdi til orðaskifti í bløðunum við eitt nú prestin Moe.

Annars var Hans Andreas Djurhuus hugtikin av katólskari mentan. Hann yrkti fleiri sálmar, og innihaldið í onkrum teirra minnir um skaldskapin hjá italska skaldinum Dante.

Fyrilesturin viðger eisini yrkingina “Hagin og kirkjan”, ið kann kallast eitt slag av panteismu, tvs. Guð er í øllum. Yrkingin varð í síni tíð fatað sum ein viðmerking til lívið í Sandavági, har Hans Andreas var lærari, men yrkingin var tó yrkt áðrenn hann kom til Sandavágs.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo