Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nes kommuna: Í kvøld kl. 21.00 verður fyrilestur í gamla prestagarði á Nesi við heitinum "Mamma hevur Alzheimers". Tað verður Jonhard Larsen úr Klaksvík, sum heldur fyrilesturin.

Fyrilesturin er eftir føstuguðstænastuna í Nes kirkju. Guðstænastan byrjar kl. 20,15, og tað er Pól Johannesen, trúboðari hjá Heimamissiónini, sum talar. Eisini verður sangframførsla við Símun Christian Olsen úr Saltnesi.

Bjóða verður til drekkamunn í gamla prestagarði eftir guðstænastuna har Jonhard Larsen fer at halda fyrilesturin.

Mamma Jonhard fekk staðfest sjúkuna Alzheimers, einans 62 ára gomul. Í dag er hon 71 ára gomul, og býr á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo