Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftaná guðstænastu í Hans Egede kirkju sunnudagin 4. oktobur, kl. 14:00, fer Sverri Steinhólm prestur at greiða frá Emil Joensen og Kristiliga ungmannafelagnum.  Fríða Thomsen deknur, BA og stud. teol. prædikar.

Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn skipar í hesum døgum fyri ymiskum tiltøkum í samband við at eitt hundrað ár eru  liðin síðani farið varð undir at  halda regluligar guðstænastur á Føroyskum í ríkisshøvusstaðnum.

Tað var Gudmund Bruun próstur, ið saman við øðrum fór undir at halda guðstænastur í føroyskum, sum var eitt nýbrot tá, tí guðstænastumálið í Føroyum var annars danskt.

Fyrst í septembur varð hildin fyrilestur um Gudmudn Bruun og hannsara leiklut í hesum virkseminum, og nú sunnudagin 4. oktobur eiga Emil Joensen og Kristiliga ungamannafelagið tørn. Vágamaðurin Emil var prestur í Mariu Kirkjuni í Istegade frá 1924 og til 1961, og tað var hannsara hugskot, saman við m. ø. Janus Øssurson, at savna ungar føroyingar í Keypmannahavn til kristiligar samkomur.  Hettar fundarvirksemi kom at hava stóra ávirkan á fleiri ættarlið av ungum føroyingum.

Sverri Steinhólm prestur hevur skrivað ritgerður um teir báðar Gudmund Bruun og Emil Joensen og um Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn.  Aftaná guðstænastuna sunnudagin 4. oktobur kl. 14:00, fer hann siga frá um Emil Joensen og virkinum hjá Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn.

Kirkjuliðið bjóðar sum vænt til kaffiborð. Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo