Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú týskvøldið 19. apríl kl. 19.30 verður áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur, heldur fyrilestur um teir tríggjar samtíðarmenninar, Gudmund Bruun, Emil Joensen og Janus Øssurson.

Allir tríggir høvdu ein týðandi leiklut í arbeiðnum hjá Santa Ólavs kirkjuliði og Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn. Í fyrilestrinum kemur Sverri eisini inn á teirra mentunar- og kristiligu ávirkan bæði í Føroyum og í Keypmannahavn.

Tá Santa Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn í november í fjør fylti 100 ár, varð ljós varpað á hesar tríggjar undangongumenninar. Tá helt Sverri Steinhólm fyrilestur um Ungmannafelagið.

Í sambandi við sín guðfrøðilestur í Keypmannahavn, skrivaði Sverri høvuðsuppgávur um ávikavist Santa Ólavs føroyska kirkjulið í Keypmannahavn, við serligum atliti til Gudmund Bruun og arbeiði hansara millum føroyingar í Danmark, og Hitt Føroyska Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn, við serligum atliti til Emil Joensen og hansara tulking av “tí føriska” og “tí kristiliga”.

Kirkjuliðið varð stovnað í 1915 og Ungmannafelagið í 1918. Um tað mundið vóru tað bara tvey virkin feløg millum føroyingar í Keypmannahavn: Føringafelag – stovnað í 1881 og Studentafelagið – stovnað í 1910. Gudmund Bruun var við til at stovna Studentafelagið og Emil og Janus sótu fleiri setur í nevndunum í hesum feløgum.

Fyrilesturin um teir tríggjar undangongumennirnar verður sum sagt í Hoyvíkar kirkju nú týskvøldið kl. 19.30. Aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, og tá verður eisini høvi at seta Sverra Seinhólm spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo