Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tjóðsavnið: Tjóðsavnið og Vága kommuna skipa hósdagin 8. november fyri fyrilestri um tær fornfrøðiligu kanningar, sum í løtuni verða gjørdar av Eyðanstovuskipinum.

Fyrilestrahaldararnir eru Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði, sum arbeiður á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven, Kevin Martin, havfornfrøðingur, sum er íri og sum í løtuni ger eina Ph.d  í Íslandi og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.

Havfornfrøðingarnir eru komnir til Føroya at kanna leivdirnar av skipsvrakinum, sum kom til sjóndar í Eyðansurð í Sandavági í 1947, vanliga nevnt Eyðansstovuskipið. Fyrr hevur verið nevnt um leivdirnar kunnu vera vrakið av einum víkingaskipi. Nú serfrøðingar í havfornfrøði eru komnir at vitja, ber til at koma nærri at einum svari, hvat slagi av skipi hetta er, og møguliga hvussu gamalt skipið er. Fyrilesturin verður hildin á enskum, men høvið verður at seta spurningar á føroyskum.

Fyrilesturin verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin 8. november kl. 17.00 -18.00.

Fyrilesturin er almennur og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo