Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Enna Garðshorn Mikkelsen, cand. mag. í evropeiskari etnologi heldur fyrilestur á Landsbókasavninum týskvøldið 24. november kl 20:00. Í sambandi við at mentanarfrøðiliga bókin hjá henni um kópakvinnusøgnina í alheims skapi nú er komin út á trimum málum, og framsýningina "Skaldskapur av mannamunni" sum Søvn Landsins lat upp 3. september á Landsbókasavninum.

Søgnin um kópakonuna sigur okkum, hvussu fólk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum.

Søgnin kann eisini takast úr hesum søguliga samanheingi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær. «Kópakonan» leiðir okkum inn í girnd, kærleika, at vera øðrvísi, at vera noydd at skapa sær annan samleika, sakn og sorg, fyrigeving og revsing. Umframt tað snarar søgnin seg inn á ymsar merkingar og týdningar, hon hevur fyri okkum nú á døgum, eins og hon man hava havt fyri fólk í 1800-talinum, tá ið hon var niðurskrivað.

Ókeypis atgongd! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo