Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hetta vikuskiftið heldur Felagið fyri kirkjuráðslimir sín árliga aðalfund.

Aðalfundurin byrjar fríggjakvøldi kl. 19.30 við almenna fyrilestrinum "Luther - í orði og myndum", sum Jákup Reinert Hansen, lektari og prestur, fer at halda í Smæruni, sum er í hølum Starvsmannafelagsins í Havn.

Fyrilesturin verður hildin í sambandi við, at í ár er Luther-ár. 500 ár eru liðin síðan Martin Luther negldi sínar 95 setningar á hurðina í Wittenberg.

Leygardagin verður sjálvur aðalfundurin í Hoyvíkar kirkju við eitt nú formansfrágreiðing og pallborðsorðaskifti, har eitt m.o. landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Rigmor Dam, fer at taka lut. Orðaskiftið verður um støðuna í fólkakirkjuni, nú 10 eru ár eru liðin, síðan hon varð yvirtikin í 2007.

Eftir aðalfundin verður døgurði fyri kirkjuráðslimunum í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Hetta er seinasta skeiðið hjá núverandi kirkjuráðum, tí 7. november í ár verður aftur kirkuráðsval.

Í sambandi við aðalfundin kemur málgagn felagsins Kirkjutíðindi út í tveimum útgávum. Onnur er ein serútgáva um Luther, og hin er ein vanlig útgáva við m.a. formansfrágreiðing. Hans Jacob Lamhauge, Lamba, er formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo