Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í samband við, at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár í 2015, hevur Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, játtað at heiðra Setrið við einari vitjan, har hon flytir fram røðu.

Talan er um alment tiltak, sum verður í Aulini á Námsvísindadeildini (Læraraskúlahøllini) á Fróðskaparsetrinum  mikudagin 7. oktober kl. 15.30. Eftir fyrilesturin verður pallborðskjak, har Karin Kjølbro, Katrin á Neystabø og Bergur D. Hansen seta fyrrverandi forsetanum spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin og fyriskipararnir vóna at síggja eina stóra fjøld av fólki í Aulini hendan dagin.

Mikumorgunin vitjar Vigdís Finnbogadóttir Føroyamálsdeildina og Málraðið og síðan gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, har hon m.a. verður kunnað um SALT verkætlanina, sum hon er verji fyri og hevur samrøður við umboð fyri fjølmiðlar. Hósdagin vitjar fyrrverandi forsetin Løgtingið fyri at kunna um altjóða granskingarstovnin í tungumálum og takka fyri stuðulin, ið Føroya Løgting í 2010 lat stovninum. (sí www.vigdis.hi.is

)Hósdag seinnapart verður vitjað hjá Zachariasi Heinesen og síðan gongur leiðin til Kirkjubøar, m.a at vitja Trónd Patursson.

Vigdís Finnbogadóttir fer aftur til Íslands fríggjadagin 9. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo