Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KFS: Í kvøld kl. 20 skipar KFS fyri einum online-fyrilestri, har Peter J. Williams fer at greiða nærri frá sínum sjónarmiðum um spurningin “Eru evangeliini álítandi?”. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.

Tað er soleiðis, at keldurnar til kjarnan í kristnu trúnni - Jesu deyða og uppreisn - eru tey fýra evangeliini í Nýggja Testamenti. Granskarar eru tó ósamdir um, hvørt hesar fýra frásagnir eru álítandi søguliga sæð. Greiða tær frá tí, sum veruliga hendi? Eru tær uppspuni ella partvísur uppspuni?

Kritiskir granskarar siga okkum, at vit ikki skulu taka frásagnirnar fyri fult - í øllum førum ikki alt, sum stendur har. Orsøkin er m.a., at teir ikki halda, at eygnavitni hava skrivað frásagnirnar. Haraftrat halda teir, at frásagnirnar eru skrivaðar fleiri áratíggju eftir hendingarnar, og tað er ómøguligt hjá høvundum at hava so gott minni, at allir smálutir eru upp á pláss. Tað sær tí út til at vera gott grundarlag fyri at sáa iva um trúvirðið í evangeliunum.

Kortini finnast framstandandi granskarar, sum halda, at evangeliini eru álítandi frásagnir um tað, sum veruliga hendi niðri í Ísrael fyri 2.000 árum síðan. Ein av teimum er Peter J. Williams, sum hevur granskað nógv í hesum spurninginum, og sum í 2018 gav út bókina “Can We Trust the Gospels?”. Williams hevur síðan 2007 verið rektari á Tyndale House í Cambridge, og haraftrat er hann atknýttur lektari á universitetinum í Cambridge. Í 2019 hevði Peter J. Williams eitt áhugavert orðaskifti við ein av fremstu kritikkarum í dag, Bart Ehrmann.

Í kvøld hava føroyingar møguleika at hoyra Williams greiða frá sínum sjónarmiðum og seta honum spurningar.

Sjálv stroymingin byrjar kl. 19.45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo