Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ríðingarfelagið: Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð. Í løtuni verður arbeitt við at fáa tey seinastu tingini á skrá, og væntast skráin at vera liðug í komandi viku.

Djóradagar eru vanliga seinasta vikuskiftið í Mai og soleiðis er eisini í ár, har tiltakið liggur tann 28 og 29 Mai. Báðar dagar frá kl 14 til 18.

Vanliga koma fólk úr øllum landinum at vitja djór og fólk í Havnardali - Vitjunartalið er ofta omanfyri 5000 samlað. Felagið ræðir tó yvir stórum økið, felagshúsið og risastórari høll, so her gerst ongantíð trongt.

Tiltakið er gjørt í samstarvið við bóndir og djóraeigarar sum koma við djórum at vísa fram. Umframt nógv forkunnug djór eru sjálvandi eisini nógv ross at síggja á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag.

Eisini eru nógvar hoppiborgir, bogaskjóting, fiskibrunnur og onnur tiltøk til børnini.

Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag leggur tó dent á at tiltakið hevur eitt konsept sum eitur djór, hugni og náttúra og tað verður hildið fast um tað aftur í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo