At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú er fyrireikandi arbeiðið til innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum farið í gongd. Byrjað varð uppá arbeiðið nú seinnapartin.

Arbeiðið nú umfatar at gera ein arbeiðsveg og at savna data um undirlendið til vegin, sum skal transportera grótið úr tunlinum, sum verður gjørdur millum Marknagil og Undir Brúnni.

Tað er Articon, ið stendur fyri arbeiðnum.

Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, setti hol á arbeiðið við eini stórari gravimaskinu hjá Articon.

Á myndunum síggjast Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Jørgen Niclasen, ið sum fíggjarmálaráðharri undirskrivaði avtaluna um innkomuvegin við Tórshavnar kommunu, Jón Sigurdsson, stjóri á Articon og onnur umboð fyri Articon og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo