Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Runavíkar kommuna: Nú COVID-19 smittan eisini hóttir Føroyar, og landsins myndugleikar hava latið avmarkandi fráboðanir og áheitanir frá sær, hevur Runavíkar kommuna, sum staðbundin myndugleiki, viðgjørt støðuna. Borgararnir eiga sjálvandi fremstu raðfesting í støðu sum hesari, men so fjølbrigdað sum samfelagið er, har nógvir tættir treyta hvønnannan, eru eisini onnur atlit, ið mega takast við í viðgerðina, táið ferðin skal setast niður í samfelagnum í eina tíð.

Eftir at flestu spurningar frammanundan vóru viðgjørdir í umsitingini, kallaði borgarstjórin umboð fyri eldraøkið, skúlarnar, dagstovnarnar, vinnulívið og umsitingina á fund í býráðssalinum í Saltangará í morgun. Endamálið við fundinum var at finna eina heildarloysn, við einari javnvág, sum í mestan mun forðar fyri smittuspjaðing, samstundis sum hædd verður tikin fyri, at vinnan ikki verður løgd lamin. Vinnuumboðini á fundinum greiddu frá, at hóast framleiðslan heldur fram, eru øll neyðug stig tikin fyri at ganga tilmælunum frá myndugleikunum á møti.

Borgarstjórin hevur ásett raðfestingina niðanfyri samsvarandi ráðgevingini á fundinum, og verður hon galdandi teir næstu 14 dagarnar, at rokna frá mánamorgni hin 16. mars fram til mánamorgunin hin 30. mars 2020. Verður tað hildið neyðugt, samsvarandi broyttum fyritreytum í kringumstøðunum, at broyta ásetingarnar og tilmælini, verður alt málið viðgjørt av nýggjum og aðrar fráboðanir lagdar fram um neyðugt.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo