Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um leiguútreiðslur av Barnaheiminum, setturlandsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Á hvørjum og hvussu nógvum matriklum leigar Almannaverkið (Eind 10) hølir til Barnaheimið og aðrar stovnar undir tí?

2. Hvussu long eru hesi leigumál (eru leiguavtalurnar áramálssettar)?

3. Hvat er kostnaðurin av hvørjum einstøkum leigumáli?

4. Hvat er samlaði kostnaðurin av leigumálunum?

5. Er ætlanin at spjaða nøkur av hesum leigumálum runt landið?

Viðmerkingar:
Ein av mest átrokandi byggiverkætlanum í løtuni er byggingin av einum nýggjum tíðarhóskandi barnaheimi.

Síðsta samgonga arbeiddi við hesi verkætlan og kom í Løgtingið við einum uppskoti, men hetta fall við teimum grundgevingum, at verkætlanin ikki var nóg liðug ella nóg greið, og at samlaði kostnaðurin fór at verða alt ov stórur.

Fyri at hava bestu fortreytir fyri at trívast og mennast er av allarstørsta týdningi, at børn, ið eru sett heiman og fleiri við serligum avbjóðingum, hava innbjóðandi og haldgóðarumstøðurat búgva.

Í løtuni verða børn í fleiri førum flutt runt og inn á dýr og ivasom leigumál, har m.a. blámusoppur hevur verið ein afturvendandi trupulleiki.

Eitt sjónarmið, sum sitandi samgonga hevur ført fram fleiri ferðir undir viðgerðini av uppskotinum um at byggja nýtt barnaheim, hevur verið, at tað er ov kostnaðarmikið at fara í holt við hesa byggiverkætlan nú.

Tí kundi tað verið áhugavert at fingið at vita, hvat samlaði kostnaðurin er av at halda til í hesum ymisku leigumálunum runt um í býnum ístaðin, soleiðis at tað er møguligt at samanbera tann kostnaðin við kostnaðin av at byggja eitt nýtt barnaheim.

Í frágreiðing sínari frá 2019 staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er barnanna umboðsmaður, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi,  har børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, umsorgan og tann stuðul, tey hava tørv á  og  rætt til  eftir  m.a. Barnarættindasáttmálanum.

Tí  verður  hesin  fyrispurningurin settur. 

Á Løgtingi,26. november 2020
Djóni Nolsøe Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo