Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Líkt er til, at fyritøkur sum skulu gjalda fyri at hava pening standandi á bók í peningastovnunum, sokallaða negativa rentu, kortini sleppa at draga hetta gjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um tað, og hann fær stuðul frá bæði Framsókn og Sjálvstýri.

TAKS segði, at soleiðis sum lógin er orðað, kundi henda útreiðsan ikki dragast frá, tí hon er ikki neyðug fyri at økja um ella halda fast við inntøkurnar hjá fyritøkuni.

Men ætlanirnar hjá landsstýrismanninum fáa undirtøku í Løgtinginum, og tí er væntandi, at tað verður samtykt har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo