Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Fallið í innlánunum hjá vinnuni í mars og apríl mánað 2020 bendir á, at fyritøkurnar hava trekt uppá gjaldførið vegna mista sølu, tá stórur partur av samfelagnum lat aftur. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.

Myndin omanfyri vísir pening á bók hjá føroysku vinnuni í føroysku peningastovnunum. Innlánini hava stórt sæð verið vaksandi síðani 2014. Tó sæst eitt fall í innláninum í fyrru helvt av 2020. Fallið í innlánunum hjá vinnuni í mars og apríl mánað í 2020 bendir á, at fyritøkurnar hava trekt uppá gjaldførið vegna mista sølu, tá stórur partur av samfelagnum lat aftur.

Fíggjarstøðan hjá størsta partinum av føroysku vinnuni er góð, hóast fyritøkur innan serliga ferðavinnu og gisti- og matstovuvinnu, hava mist stóran part av teirra sølu seinasta hálva árið. Umframt hjálparpakkarnir, sum veittu inntøkustuðul til heimsendar løntakarar og fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkum, er avrokningin av MVG og gjaldsfreistin at rinda tollkreditt, longd. Hetta hevur styrkt um gjaldførið hjá vinnuni, og er væntandi ein av orsøkunum til, at vinnan ikki hevur eftirspurt meira fígging enn vanligt, hóast Covid-19 hevur gjørt um seg í Føroyum.

Eisini fíggjarstøðan hjá føroysku húsarhaldunum er sambært peningastovnunum góð; tey hava stór frívirði í sethúsunum og innlán í bankunum, og hava tí møguliga ikki stóran tørv á at læna pening.

Yvirskipað tykist føroyski búskapurin at vera sloppin væl ígjøgnum fyrsta umfari av Covid-19. Húsarhaldini hava ikki biðið um skáa í størri mun, enn tey plaga, og størsti parturin av vinnuni hevur megnað at fóta sær við at nýta burturav egnari uppsparing og partvíst við at taka av tilboðnum um skáa frá bankunum. Enn eru útlitini tó óviss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo