Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Italski høvundurin Primo Levi segði, at allar tíðir hava sína egnu fascismu. Um hon sleppur leys veldst ikki bara um ræðslu hjá fólkinum, men eisini um tað lukkast valdshavarunum at reingja søguna, bróta niður rættarskipanina og breiða út ein nostalgiskan longsul eftir eini farnari tíð, tá betri skil var á øllum. Sjálvur var hann sloppin livandi frá Holocaust, so hann visti, hvat hann tosaði um.

Tað ger Madeleine Albright eisini. Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, ið sum barn og ung fyrst flýggjaði undan nazismuni og síðani kommunismuni, sigur í nýggju bók síni "Facisma: ein ávaring", at um Levi hevur rætt, so eiga vit at stúra í dag.

Sjálv stúrir hon. Tí fleiri tekin eru í okkara tíð um, at tað gongur ikki treytaleyst bara rætta vegin.

Hon byrjar í Italia, har kapitulin um Benito Mussolini "Heimsins størsti sjónleikur", sigur nærum alt. Eins og Putin lat hann seg avmynda í berum yvirkroppi. Sum Trump vildi hann drena dýkið, og sum so nógvir aðrir mobiliseraði hann eitt heilt fólk sum útarmað tystaði eftir autoriteti, kós og ordan í tingunum.

- Royt tann livandi høsnarungan fjøður fyri fjøður, so er minni vandi fyri at nakar uppdagar tað, var myndin sum italski einaræðisharrin Benito Mussolini brúkti um, hvussu valdshavararnir best náddu sínum málum.

Madeleine Albright koyrir russiska forsetan, Vladimir Putin, ungarska Viktor Orban, turkiska Recep Tayyip Erdogan og eisini amerikanska Donald Trump allar í ein pot.

Hon minnir á yrkingina um eina fjákuta men ástríka kvinnu, sum við bróst sítt føðir eina hálvfrysta slangu og verður bitin tá slangan er tiðna so frætt. Tá hon á deyðastráð spyr slanguna um ótakksemið fær hon svarið, sum hon væl visti, at tað var eini slangu sum hon lovaði innar:

- Forsetin elskar láturin og lógvabrestirnar og spyr so: "Skilja tit, hini gomlu? Skilja tit? Vit skulu byggja handa múrin, hini gomlu, tit skulu als ikki óttast. Farið bara heim og leggið tykkum. Far heim og sov."

Viðmælarar geva bókini hjá fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharranum sera góð viðmæli.

Hon kann keypast sum ebók her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo