Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi biskupur, Hans Jacob Joensen, andaðist sunnudagin, 83 ára gamal.

Hans Jacob Joensen var føddur við Gjógv 10. november í 1938, har hann eisini vaks upp. Hann giftist við Lisbeth Andersen í 1968, sama ár hann tók teologiskt embætisprógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Eftir at hava starvast innan fólkakirkjuna í Danmark í nøkur ár bleiv hann í 1975 prestur í Suðurstreymi, og tá prestagjaldið í 1978 var býtt sundur gjørdist hann sóknarprestur í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Í 1990 gjørdist hann fyrsti føroyski biskupur burturav, eftir at Føroyar gjørdust egið bispadømi, eftir at hava hoyrt undir Keypmannahavn.

Hann fór frá við eftirløn í 2007, sama úr sum fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt sermál.

Hann hevur seinastu árini búð í Birkerød uttanfyri Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo