Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dómarin í rættinum í London segði at Charlie Elphicke var eitt "seksuelt rovdýr", sum brúkti sína suksess og sítt umdømi sum skálkaskjól.

Tvey ára fongsul. Tað var dómurin, fyrrverandi bretski toppolitikarin Charlie Elphicke fekk í rættinum Southwark Crown Court í London í gjár.

Har var hann funnin sekur sambært Sky News í ágangi móti tveimum ungum kvinnum.

Charlie Elphicke var limur í parlamentinum frá 2010 til 2017, tá ákærurnar móti honum komu fram. Hann var suspenderaður, men miskunnaður í 2018, áðrenn táverandi forsætisráðharrin Theresa May skuldi gjøgnum eina missálits atkvøðugreiðslu í bretska parlamentinum.

Síðsta ár misti hann so aftur sín sess í parlamentinum. Konan Natalie Elphicke tók við eftir hann, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo