Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Delphine Boël hevur í 20 ár sagt at hon er leysingabarn hjá fyrrverandi belgiska konginum.

Delphine Boël hevur í 20 ár sagt at hon er leysingabarn hjá fyrrverandi belgiska konginum.

Fyrrverandi belgiski kongurin, 85 ára gamli Albert II, hevur nú viðgingið, at hann eigur eitt leysingabarn. Ímeðan hann var kongur kundi hann nokta at taka eina DNA roynd, men eftir at hann í 2013 gav trónuna til sonin kundi hann ikki longur nokta, og tí er eitt punktum nú sett fyri rættarmálið, sum dóttirin byrjaði í 2013 - sama árið kongurin legði frá sær.

Delphine Boël sum í dag er 51 ára gomul, hevur í 20 ár alment sagt seg vera dóttir kongin, sum púra hevur víst hesum frá sær. Í 2013 fór hon undir rættarmálið, og í fjør gekk fyrrverandi kongurin við til at gera eina DNA kanning.

Men um málið er endað er eitt sindur ivasamt, tí sum skilst ætlar Delphine Boël sær at vera javntsett við hini børnini tá arvurin skal býtast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo