So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Búskapur & Vinna er heiti á nýggjari aktualitetssending á Televarpinum sum Johnny í Grótinum er vertur fyri.

Í fyrstu sending er orkuvinnan á breddanum, og tosað verður um føroysku orkufeløgini, samstundis sum ein roknskaparlig greining verður gjørd av Effo og Magn. Í eftirfylgjandi sendingum verður sjóneykan sett á fíggjarvinnuna, ferðavinnuna, fiskivinnuna og byggivinnuna.

Sjálvur sigur Johnny í Grótinum, at hann gleðir seg til hesa verkætlan, har hann næstu tíðina fer at viðgera viðkomandi samfelagslig evnir.

- Hóast lýsingarnar hjá Televarpinum eru verdar ein James Bond film, má eg beinanvegin lækkað væntanirnar til sendingarnar og siga, at hetta eru nokk so nørdasligar samrøður grundað á mítt búskaparfrøðiliga forstáilsi og forvitni, leggur hann afturat.

Fyrsta sendingin er á skránni mikukvøldið klokkan 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo