Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, helt røðuna á Vaglinum á Grækarismessu í ár.

Her eru nøkur brot úr røðuni:

- Kendi bretski politikarin Winston Churchill segði beint eftir seinna veraldarbardaga, tá arbeitt varð við at leggja lunnar undir Sameindu Tjóðir, “Never let a good crisis go to waste.” Latið ikki eina góða kreppu fara til spillis. Veraldarbardagin, sum kostaði 60 mió. menniskjum lívið, førdi til, at Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn, hvørs høvuðsendamál er at tryggja heimsfriðin.

- “Never let a good crisis go to waste,” - hetta ljóðar kanska løgið fyrstu ferð, ein hoyrir tað, men í hesum orðum liggur stóru vísdómur. Sjálvandi ynskja vit ikki kreppur, men tær koma við millumbilum, um vit vilja tað ella ikki, men stóri og klóki spurningurin er, um vit kunnu læra nakað av teimum.

- Tá stóra búskaparliga kreppan fyrst í 90 árunum tók kvørkratak á Føroyum, so hendu í kjalarvørrinum av kreppuni ein røð av broytingum í okkara samfelagsskipanum, sum allar uttan undantak hava verið til fyrimuns fyri eftirtíðina. Kreppan setti ferð á at fáa framt neyðugu politisku tiltøkini, sjálvt um flestu teirra vórðu illa móttikin. Og tað er als ikki vist, at hesar neyðugu broytingar høvdu verið framdar tá, um vit ikki fingu hesa stóru kreppuna. Tíverri síggja vit alt ov ofta, at tað skal ein kreppa til, áðrenn nakað hendir.

- Hóast vit kunnu senda fólk upp á Mánan og bilar upp á Mars, so eru vit mestsum hjálparsleys, tá náttúran og hennara viðurskiftu ikki eru okkum til vildar. Tí mugu vit gera alt okkara til, at náttúran er okkara viðspælari og ikki okkara mótspælari. Ein sera sera viðkomandi spurningur er tí, um vit nú fara so væl um okkara umhvørvi í dag?

- Svarið er nei. Vit dálka hana sum ongantíð fyrr, tí vit bara hava egnan vinning fyri eygað.

Les alla røðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo