Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Donald Trump er sannlíkt bangin fyri, at hann kann blíva fyrsti amerikanski forsetin nakrantíð, sum eftir sína tíð í Hvítu Húsunum verður settur í fongsul fyri skattasvik.

Tað sigur fyrrverandi privati sakførarin hjá Donald Trump, Michael Cohen við New York Daily News.

Orðini fella eftir at tað er komið fram at Donald Trump, sum er ríkmaður, í 2016 og 2017 bert rindaði 750 dollarar, einar 5.000 krónur, í inntøkuskatti um árið, og at hann annars ongan skatt rindaði í 10 av seinastu 15 árunum.

- Kropsmálið hjá honum gevur týðuligar ábendingar um, at hann er ørkymlaður og ótryggur, tí hann hevur onki veruligt svar uppá upplýsingarnar sum eru komnir fram.

Donald Trump kallaði í fyrstu syftu upplýsingarnar um hansara skattaviðurskifti fyri "fake news" og hevur aftaná skrivað á Twitter, at hann hevur goldið nógvar milliónir í skatti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo