Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

20. desember kemur fyrsta bind av Gøtu húsasøgu út.

Fyrsta bókin er um Gøtugjógv og bókaframløga verður í Gøtu skúla við Gøtugjógv 21. desember klokkan 19.

Bókin um Gøtugjógv er fyrsta av fleiri bindum, sum ætlanin er at geva út um allar bygdirnar í Gøtu. 

Bókin er 300 blaðsíður.

Um Gøtu húsasøgu
Tað er ein gamal dreymur, sum við útgávuni av hesi bókini byrjar at gerast til veruleika. Eini 40 ár eru liðin, síðani Arnleyg og Tummas Jacobsen fóru undir at arbeiða við einari ætlan um at skriva eina søgu um hús og ættir í Gøtu. 

Víðfevnda tilfarið, sum tey løgdu eftir seg var væl skipaða tilfarið og hópin av øðrum tilfari lá eftir hana, tá ið Arnleyg doyði 29. januar 1997, og Tummas doyði 26. november 1998.

Óluva Húsgarð skipaði fyri at savna alt tilfarið saman. Óluva doyði í 2006 og avgjørt var tá, at arvingarnir hjá Arnleyg og Tummas skuldu gera eina roynd at fullfíggja verkið, sum tey vóru farin undir.

Í 2007 varð lutafelagið Gøtu Húsasøga stovnað. Í royndini at fáa gongd á arbeiðið spurdi felagið søgufrøðingin Erling Isholm, um hann vildi átaka sær at arbeiða víðari við tilfarinum og skriva tað saman til bók. 

Víðfevnt arbeiði
At arbeiða við øllum gøtubygdunum í senn er víðfevnt arbeiði. Tí varð avgjørt at gera partin um Gøtugjógv lidnan fyrst, so man á tann hátt við minstu bygdini kundu gera sær nakrar royndir í, hvat kravdist fyri at koma heilt á mál við verkætlanini.

Við hesi bókini er leisturin somuleiðis lagdur fyri, hvussu arbeiðið við komandi útgávum skal skipast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo