Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag, fríggjadagin er ein bingja við 90 kubikkum, svarandi til 10 tons av kreppuhjálp farin úr Føroyum ávegis til Moldova. Hjálpin verður frammi longu nú mikudagin.

NGO Neyðhjálparfelagsskapurin Eysturhjálp stendur fyri hesum arbeiði.

Kreppuhjálpin er til flóttafólk sum koma úr Ukraina, har tey noyðast at velja stytsta veg út úr landinum, sum er til Moldova.

Sum øll vita so er tað mest kvinnur og børn saman við eldri monnum sum flýggja úr Ukraina.

Tíanverri er tað ræðandi nógvar mammur við børnum og eldri pør sum noyðast at flýggja, nógv av teimum eru til gongu, meðan eisini nógv flýggja í egnum bili.

Landið sjálvt Moldova, sum er einasta u-land í Evropa, megnar ikki at hjálpa til men ein rúgva av samkomum og øðrum sjálvbodnum í Moldova gera eitt megnar arbeiði, døgnið runt, so eru tey har við teim neyðstøddu.

Har norðuri í Moldova sum vit hava arbeitt í nógv ár, er ikki so nógv fokus frá alheiminum og tískil heldur ikki nógv hjálp at heinta uttanífrá, tískil er okkara hjálp ein sera sera vælkomin hjálp.

Tey bøna og biðja um hjálp og rópið og skríggini um hjálp blíva bara harðari og harðari fyri hvørja nátt sum gongur, tí tali av flóttafólkum veksur ekstremt skjótt.

Tað sum tey nú mangla ekstremt nógv av er pláss at leggja fólk, madrassur, seingjarklæðir, teppir, dýnur, mat, blæur, bind, brenni evni til bilarnar, sum skulu víðari eins til ferðaútreiðslur til tey sum ongan bil hava sjálvi.

Vit hjálpa til, men mangla ræðuliga nógvar pengar til sjálvt hjálpararbeiðið í Moldova.

Tit kunnu vera við í arbeiðinum við at flyta pening á konto 9865 9931400.

Næsta sending av kreppuhjálp fer longu nú komandi fríggjadag.

Um stutta tíð so er treingjandi at hjálpa til, til tey sum ikki sluppu víðari.

Eysturhjálp við Anskar og Jóhanna Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo