Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnaðarflokkurin avlýsir árligu tiltøkini 1. mai, men sendir kortini røður á netinum. Sent verður beinleiðis á síðuni hjá Javnaðarflokkinum á Facebook kl. 16.

 

Fríggjadagin er 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. Vanliga skipa Sosialistisk Ung fyri morgunmati í Javnaðarhúsinum hendan dagin, og nógv fólk plaga at leggja leiðina framvið á veg til arbeiðis. Seinnapartin plagar Norðstreymoyar Javnaðarfelag, saman við øðrum, at skipa fyri tiltaki á sonevnda Reyða torginum í Vestmanna. Orsakað av koronasmittuni verða hesi tiltøkini í ár avlýst. Men arbeiðaradagurin skal kortini hátíðarhaldast. Stríðið fyri korunum hjá verkafólkinum skal minnast og nýggj mál skulu setast.

 

Tí fer Javnaðarflokkurin at senda beinleiðis av síðuni á Facebook fríggjadagin kl. 16. Fyrri røðari er formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen. Seinni røðari verður fakfelagsforkvinnan Mary Antonsdóttir. Hon hevur verið forkvinna fyri Heilsuhjálparafelag Føroya síðan 2017.  

 

Til ber at fylgja síðuni hjá Javnaðarflokkinum, har røðurnar verða sendar, her: www.facebook.com/Javnadarflokkurin1925

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo