Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-068/2020 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, um føroyska rossið.

Spurningurin var soljóðandi:

1. Er ætlanin at menna lógarverk til skráseting og útflutning av føroyskum rossum?

2. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri varðveitsluna av føroyska rossinum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at varðveitslan av føroyska rossinum er týdningarmikil í mun til altjóða sáttmálar um varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldi?

Svarað verður undir einum:
Føroya løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on Biological Diversity), og við hesum eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi.

Sum spyrjarin vísir á, er neyðugt við einum munandi størri tali av lívdjórum, men rúm tykist ikki vera fyri hesum lívdjórum í Føroyum, tí lendið er ov lítið, og ov fá hava áhuga at átaka sær hetta arbeiðið. Ein loysn á hesum trupulleika kann vera at útflyta føroyska ross til onnur áhugað, m.a. í ES, men hetta kann ikki gerast, fyrr enn lóggávan er fingin upp á pláss.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er farin undir at arbeiða við málinum, men aðrar týðandi uppgávur koma framum, og tí ber ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði. Í fyrstu atløgu kannar Heilsufrøðiliga starvsstovan ta lóggávu, ið er galdandi á økinum, og fer síðani at meta um, hvussu henda lóggáva kann setast í gildi í Føroyum.

Fyrsta stigið er at skráseta føroysku rossini. Hetta skal gerast í eini húsdýraskrá, sum Búnaðarstovan leingi hevur arbeitt við at fáa setta í verk. Nakað av fígging vantar fyri at fáa skipanina at virka, men er fíggingin tøk, ber til at fara undir at skráseta føroysku rossini.

Næsta stigið er at fáa føroyska rossaslagið góðkent sum serligt rossaslag. Eftir hetta skal setast í verk føroysk lóggáva, sum samsvarar við ES-lóggávuna á økinum, og føroysk rossafeløg skulu góðkennast sum alarar og útflytarar.

Tá alt hetta er sett í verk og farið at virka, fer føroyska skipanin við jøvnum millumbilum at verða skoðað (auditerað) av ES-myndugleikum.

Sum tað sæst, er talan um umfatandi arbeiði, sum má gerast í stigum, og roknast má, at hetta fer at taka drúgva tíð.

Samstundis sum hetta arbeiðið verður gjørt, er kortini eisini umráðandi at fylgja støðuni við føroyska rossinum, og hesum tekur Búnaðarstovan sær av.

Eg fylgi við málinum, og er tað so, at støðan versnar munandi, verður málið tikið upp til viðgerðar.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 19. januar 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo