Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nú er fyrsta tornið, 80 m høgt, av teimum seks vindmyllunum hjá Pf Flatnahaga komið upp at standa í Flatnahaga, og sambært stjóranum í Magn, so verða vindmyllurnar tiknar í brúk fyri jól í ár.

Í løtuni verður alt tilfarið koyrt niðan frá bryggjuni, hetta verður gjørt eftir klokkan 19 um kvøldið, og um eina viku ella so, er alt koyrt niðan, metir forstjórin í Magn, Finn Jacobsen, og væntar forstjórin at fólk frá Enercona fara at reisa ein myllu um vikuna eftir tað.

- So einaferð síðst í oktober í ár verður klárt at royndarkoyra myllurnar, og skulu tær royndarkoyrast í ein mánaða, feilfrítt, og kunnu vit so yvirtaka myllurnar fyri jól í ár, sigur forstjórin.

Mátturin á teimum seks myllunum er 18 MW, sum gevur eina árliga framleiðslu á 64 GWt.

Magn og Lív eiga partafelagið Flatnahagi. Lív eigur 60 prosent og Magn 40 prosent.

Dronumyndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo