Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

 

Fyrsta upprunaføroyska bókin um barnið er komin, boðar Bókadeild Føroya Lærarafelags frá.

”Bókin um teg” er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um barnið. Í bókini ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum.

Upplýsingar um mangt og hvat – nær, hvar og hvussu – sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar.

Í bókini er gott pláss at seta myndir inn, og eitt vakurt mátiupphang fylgir við bókini. Henda bókin er ein dýrgripur, sum børn og vaksin fara at fegnast um alt lívið.

Ann-Mari Egholm hevur sniðgivið bókina, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út. Bókin er 68 síður og innbundin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo