Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Marius DC verður tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið sleppur upp í part á einum spælilista hjá NRK í 15 ár. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakar føroyingur er á spælilista á NRK P3.

Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska kringvarpinum NRK, men tað eru sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið. Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK P1 við lagnum «Louis, Louis». Vit kunnu tí veruliga fegnast um, at Marius DC ikki einans er tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið ger hetta bragd í 15 ár, men at hetta samstundis er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lag kemur í umferð á NRK P3.

Lagið, ið hevur fangað áhugan hjá P3, er spildur nýggja staklagið «Gasoline», sum plátufelagið TUTL og útbreiðslufelagið Believe gevur út um allan heimin í morgin, 16. apríl.

«Gasoline» er komin á spælilistan á støðini NRK P3X, sum hevur serligt fokus á hip hop, soul og urban tónleik.  Hetta merkir, at normenn komandi vikurnar og kanska enntá komandi mánaðirnar regluliga fara at hoyra lagið í útvarpinum.

Til ber at lesa meira um NRK P3X HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo